Ruddaðu í Árnafirði

Um vikuskiftið varð skipað fyri ruddingardegi í Árnafirði, har umboð frá øllum húsarhaldum luttóku.

Úr Árnafirði frættist, at dagurin eydnaðist sera væl, og at bilurin hjá IRF bleiv fullur, eins og ein bingja á havnarøkinum varð full. Harumframt varð ein fullur bilur av ruski koyrdur til Endurnýtsluna í Klaksvík. Heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu skrivar, at aftaná ruddingardagin var hugni á skránni, har fólk, ið høvdu ruddað, fingu búffar og pylsur.