Ruddaðu borðið eftir steðgin

Tað komu ikki fleiri enn 14 mál fyrstu 30 minuttirnar av dystinum í Runavík í dag.

Tjaldur hevði ilt við at prógva, at tær í løtuni eru verjandi meistarar, men eftir steðgin kom veruliga vend í.

Pent sagt, so vant Tjaldur úr StÍF seinnu 30 minuttirnar, og eingin sum helst ivi var um, hvat nógv tað betra liðið var.

 

Besti málskjútti hjá Tjaldir var Annika Thomsen. Hon skeyt 8 mál. Roxanna Bodirlau skoraði 7 ferðir fyri StÍF.

 

Tjaldur-StÍF 30-13 (9-5)