Rudda til bátafestival

Nú bátafestivalurin á Toftum stundar til, verður árligi ruddingardagurin í Nes kommunu leygardagin.

Nú bátafestivalurin á Toftum stundar til, hevur Nes kommuna boðað frá, at árligi ruddingardagurin verður leygardag komandi, flaggdagin 25. apríl.

 

- Vit byrja við morgunmati klokkan 9, og morgunmaturin verður í einum tjaldi, sum verður sett upp omanfyri egningarskúrarnar.

 

Ein skrá er løgd fyri ruddingardagin. Morgunmaturin verður til klokkan 10, og síðan verður ruddað runt um í kommununi frá klokkan 10-12.

 

- Á middegi verður møtt aftur við havnarlagið til sangframførslu, mótasýning við Insito, Navia og Shari.

 

Nes kommuna sigur, at á havnalagnum verður eisini høvi at fáa eitt træ heim við, eins og okkurt verður til matna eftir sangframførslu og mótasýning.

 

- Vt vóna, at nógv fólk møta upp og verða við í ruddingini í bygdunum í kommununi, verður lagt aftrat.