Rudda Sundalagið í morgin

Fyrr í ár varð ruddingardagurin avlýstur vegna kava, men nú skal kommunan skína

 

Í Sundalagnum hava tey eins og flestu aðrar kommunur árligan ruddingardag. Gjarna er hesin um várið, tá veðurlagið er blíðkað, men í ár bar illa til. Tað kavaði nevnliga, tá dagurin skuldi haldast, og tí varð ruddingin útsett.

 

Nú skal tað tó vera, og í morgin verður altso stóri ruddingardagurin.

 

Ruddað verður í øllum bygdum uttan Oyrarbakka, Oyri, Norðskála og Tjørnuvík, hesar ruddar ein annan dag, sum verður ásettur seinni.

 

Byrjað verður klokkan 10, tá kommunan bjóaðar morgunkaffi í teimum bygdum, har ruddast skal, og seinni verður ókeypis svimjing í Felagsskúlanum, skrivar kommunan á heimasíð sínari.