Rudda slóð fyri EFTA

Annika Olsen umsiur fleiri av teimum yvirtøkumálunum, sum samgongan hevur sett sær fyri at fremja, og fleiri eru eisini avgerandi fyri einum møguligum EFTA-limaskapi Nýggja ABC-samgongan hevur bert sitið fáar vikur, og tí er tað meiri framtíðar útlit, heldur enn avgreidd mál, ið landsstýrisfólkini kundu borðreiða við.

Í sínum innleggi nam Annika Olsen, innlendismálaráðharri, við fleiri av teimum málsøkjum, sum hon umsitur. Eitt nú lógarmál og yvirtøkur av hesum.

- Her kann sigast, at samgongan hevur sett sær fyri at fremja fleiri yvirtøkur í hesum valskeiði, og av teimum liggja fleiri undir innlendismálaráðnum, eitt nú fíggjarrættur, útlendingamál, sakføraravirksemi, revsirættur og persónsfólk-, húsfólka- og arvarættur. Fleiri av hesum yvirtøkum hava sera stóran týdning, tá ið vit tosa um EFTA-limaskap, og tí er umráðandi, at vit fáa yvirtikið hesi øki, sigur Annika Olsen.

Viðvíkjandi útlendingamálum er at siga, at ein útlendingastovaer sett á stovn, ið skal taka sær av allari málsviðgerð. Tá ið tað kemur til útlendingar í Føroyum er tað umráðandi, at vit menna kunningina um skyldur og rættindi,ið hei hava.

- Tað hevur tíverri ofta víst seg, at trupulleikar aloftast uppstanda, tá ið útlendingar ikki yvirhalda sínar skyldur sambært lógini, og tískil eru komnir í trupulleikar. Hesa kunning eiga vit at verða betur at geva okkara útlendsku borgarum í Føroyum, sigur Annika Olsen.