4. brunnurin
?Tað hevur helst verið ein spurningur um manglandi samskifti, sum er orsøkin til naggatódnina, men vit hava nú fingið váttað, at bátur er á veg við útgerð úr Aberdeen og verður her sunnudagin ella mánadagin. Boriskipið hevur tó so frægt av útgerð umborð, at tað ber til at seta á undirgrundina. Nú mugu vit so bara taka tað her frá og síggja, hvussu tað fer at spæla av. So eftir øllum at døma verður fult virksemi í útgerðarhavnini í Runavík frá í næstu viku. Boringin er mett at vara í knappar tveir mánaðir.