Vágs Kommuna boðar nú frá, at økið á Oyrunum í Vági, har marghøll skal byggjast, nú verður ruddað.
Heitt verður tí á tey, ið hava akfør, frásettar lutir o.a. á økinum, um at taka hetta burtur innan mánadagin 15. August 2016.
Akfør, lutir og annað, sum ikki er flutt burtur innan ásettu freist, verður burturbeint uttan aðra ávaring fyri eigarans rokning, boðar kommunan frá.
Nú er eitt sindur síðani, at vágbingar løgdu ætlanir alment fram um at byggja eina marghøll á Oyrunum í Vági. Tað er har sum Pálshøll í dag stendur, og har ætlanir eisini eru um at byggja baðiland.