Í morgn klokkan 10 kom Dannebrog til Sørvágs og verður liggjandi har til leygarkvøldið.
Nógvar fyrireikingar hava verið at gjørt í Sørvágs havn upp undir vitjanina. Havnaøkið er hampað og ruddað.
Avrátt var, at Danneborg skuldi liggja niðan fyri landingarmiðstøðina, og tað hevði við sær, at størri skip í dag ikki kundu koma inn. Útróðrarfiskur frá teimum smáu bátunum slappur inn gjøgnum eina ovari hurð, sigur Erik Davidsen, umsjónarmaður hjá kommunui við ábyrgd av Sørvágs havn.
Í gjár lógu tríggir trolarar við bryggju, og onkrir teirra noyddust at fara útfrá, serliga um verjuskipið eisini skuldi liggja har.
Gjøgnum Færøernes Kommando kom ynski um at fáa hvítar boyur at hanga niður við brygguni í staðin fyri svørtu dekkini fyri ikki at dálka kongsskipið, men tað segði kommunan nei til. Svørtu fríholtini verða hangandi, og so verða vanligar boyur koyrdar inn o.u. 4. hvørt dekk.
Danneborg verður aftur í Sørvági 1. og 2. juli, tá ið skipið fer úr Føroyum sftur.