Rudda í frástøðu

Árligi ruddingardagur verður í Sunda kommunu leygardagin 16. mai 2020. Hesaferð verður ruddað í frástøðu

Í ár verður ein heilt serlig gáva givin til tey húski, sum luttaka í ruddingardegnum. Kommunan fyllir 15 ár í ár, og tí hevur kommunan fingið gjørt eitt berinet, sum verður útflýggja til ruddingardagin. Í berinetinum er eitt træ og ein jarðberplanta, skrivar Sunda kommuna.

Endamálið við ruddingardegnum er at taka upp tað, sum liggur runt í kommununi. Hetta merkir eisini, at ruddingardagurin ikki er ætlaður sum eitt høvi hjá fólki at tøma kjallarar, hjallar og annað.

Útflýggjaðir verða ruskposar og handskar á staðnum, har byrjað verður, sum fólk kunnu taka við sær.

Ruddað verður í frástøðu fram til middags, tá ið matvognar koma við mati, skrivar Sunda kommuna.