Rudda bygdarvegirnar í vetur

Strendur: Sjóvar kommuna og Landsverk hava nú gjørt eina avtalu um kavarudding á ávísum vegateinum í bygdunum í kommununi.

- Við at gera eina slíka avtalu vita báðir partar, so er endamálið at fáa skipað viðurskifti á økinum. Soleiðis vita báðir partar, hvat væntast kann og hvat gerast skal, tá kavin skal ruddast burtur, sigur Heini Eysturoy, deildarleiðari hjá Landsverki, sum eisini hevur líknandi avtalur við aðrar kommunur.

Fyri Sjóvar kommunu er talan um bygdirnar Selatrað, Kolbeinagjógv, Innan Glyvur og Strendur.

Avtalan er galdandi fram til 30. mai næsta ár. Fyri kommununa kostar hetta 10 krónur fyri meturin. Hóast teinarnir kunnu vera ymiskir, er hetta bíligari enn um kommunan sjálv skuldi ruddað vegateinarnar.