Í tíðindaskrivi á síni heimasíðu hin 7. mars í ár boðar SEV frá, at enn ein mylla í Neshaga hevur fingið skaða.
- Sunnasta vindmyllan í Neshaga var fyri óhappi í nátt. Tornið er knekkað av nakað niðanfyri miðjuna, og veingir og nav hava eisini fingið skaða.
Lagt varð aftrat, at fólk hjá SEV eru á staðnum fyri at kanna støðuna og síggja til, at økið og lutir verða tryggjað.
- Fólk frá tryggingini eru eisini á veg inn at sýna skaðan, skrivaði heimasíðan hjá SEV fyri fimm vikum síðan.
Nú um páskirnar, tá børn og foreldur fóru út í Neshaga at rulla egg, sást, hvussu nógv hesar brotnu vindmyllurnar fylla, har tær liggja.
Ikki er hetta vakurt í náttúruni og fólk, sum javnan koma um hesar leiðir, vóna, at knústu vindmyllurnar skjótt verða burturbeindar.