Fyri einum góðum ári síðani erpaði Vága kommuna sær við, at nú skuldi grótbrotið í Sandavági ruddast. Umhvørvið skuldi setast í hásæti, og í hesum sambandi heitti kommunan á borgarar um at burturbeina sínar lutir í grótbrotinum, sum er alment øki.
Men í dag er søgan tann sama sum áðrenn hesa áheitanina frá kommununi. Grótbrotið er fult av óruddi av alskyns slag - har eru eitt nú bil- og bátavrak, dekk, fótbóltsmál, tunnur, plast og matvøruemballaga. Grótbrotið líkist snøgt sagt einum bukkvaldi.
Vit hava nakrar myndir frá grótbrotinum her, so tit kunnu síggja, hvussu tað sær út á grótbrotinum í Sandavági.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##