Rubeksen verða í føroysku kappingini

Norska ævintýrið hjá brøðurnum fekk ein bráðan enda. Thomas Hans Rubeksen og Hendrik Rubeksen spæla, eins og í fjør, í føroysku landskappingini í ár. Teir høvdu skrivað undir sáttmála við Volda í fjórðbestu norsku deildini, men teir valdu at gevast í felagnum eftir fáar vikur.

 

Hendrik Rubeksen hevur vant við HB seinastu vikurnar, og tað, sum skilst, bara spurningur um tíð, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður.