Frank Davidsen
----
At ein statsministari (okkara Løgmaður) í nøkrum øðrum framkomnum landið,hevði sitið sum formaður í einum makrelbólki, og saman við sínum fiskimálaráðharra luta fiskiríkidømi út eftir einum leísti sum teir sjálvir funnu fyri gott, tað hevði verið óhugsandi, eins og tað hevði fingið avleiðingar fyri tí teirra stjórn.
At hugsa sær, at hesir báðir garparnir hava sitið í 4 mánaðar fyri at finna út av um tað skuldi verða eitt 25 oyra, eitt 50 oyra ella 75 oyru uppá hvørt kilo, so hvørt sum nøgdin av makreli vaks í tonsun.
Maka til molboara makverk skal ein leita leingi eftir, trúgvi neyvan tað finnist nakað líknandi, uttan kanska í Belarus ella Ukraine.
Gølan við fiskiloyvum og manupulatiónin hesum viðvíkjandi, tað er so langt úti, at eg má siga sum onkur 1.Mai dags røðari, at mafian hevði rodna. Meðan Løgmaður varð degraderaður til eina politiska finnu í skatta og pensiónspolitikkinum av fíggjarmálaráðharranum, so er støðan júst tann sama í makrelmálinum. Sjálvt um Løgmaður seinastu 4 mánaðarnar fullvæl hevur verið greiður yvur, at stórur meiriluti er á løgtingi fyri eini uppboðssølu, bæði í hansara egna flokki, allari andstøðuni og har afturat miðflokkinum, so hevur úndirbrótligheit Løgmanns mótvegis Fólkaflokkinum gjørt hann blindan, soleiðis at hann heilt einfalt ikki vil síggja veruleikan í eyguni. At Eivin Jacobsennú sigur nokk er nokk, aftaná hann hevur verið við til at ført reinan fólkaflokkspolitik í eitt hálvt ár, tað skilji eg og onnur við mær sera væl.
Men tað má vera okkurt heilt spinnandi galið, tá ein borgarlig samgonga nærum er við at fara í upploysn í teirri stremban, at mótarbeiða at ein uppboðsøla verður sett á stovn. Tað vil siga tað sama sum, at teir sum skulu veiða eins og avreiða makrelin, sum vónandi kemur aftur í ár, teir hava ikki ánilsi av hvat prísurin á makrelinum verður, heilt einfalt tí politiski mynduleikin forðar fyri at ein marknaðarlykil er sum kann vísa veruliga marknaðarprísin. Tí er vandi fyri, at lítil og eingin kapping verður um makrelin, nú Fólkaflokkurin helst áðrenn morgindagurin kemur, sum ikki einaferð setur Løgmann uppá pláss, soleiðis at uppboðssølan verður av ongum, ella kanska eitt neyðaregg. Vit hava í dag tvær oljusølur, har kappingin er als eingin. Kostar ein litur diesel kr. 10 krónur hjá Magn, so kann tú vera yvaleysur um, at liturin hjá kappingarneytanum eisini kostar 10 krónur.
Nú er tað so komið hartil, at vit hava ein fiskimálaráðharra sum letur hánt um tær fríu marknaðartreytirnar. Í almennu fjølmiðlunum hevur hann púra ósmæðið sagt, at hann arbeiður fyri " einum bólki " í samfelagnum. Fyritreytirnar hjá " hesum bólki " er fyrst og fremst at kenna telefonummari hjá sama fiskimálaráðharra. Tað vil siga tað sama sum, at fiskimálaráðharrin í staðin fyri at arbeiða fyri alt samfelagið, so velur hann sær ein " serligan bólk " burtur úr fjøldini. Er fiskimálaráðið við at skifta ham, soleiðis at tað framyvur skal eíta Ráðfiskagrunnur fiskimálaráðharrans, tað sær ikki mætari út.










