Ruðulleiki í botnstríði

Kærunevndin hjá DBU gjørdi mikudagin av, at Vejle kortini ikki fær trý stig fyri dystin móti AB. Møguliga fer Vejle at kæra, og møguliga fer Vejle at lata inn kæru í einum heilt øðrum máli

Superliga

Hóskvøldið skuldu Christian Høgni Jacobsen og liðfelagarnir í Vejle stríðast fyri seinata møguleikanum at verða verandi í bestu donsku deildini. Men dagin fyri dystin fekk leiðslan í felagnum ein skelk, tá DBU gjørdi av, at liðið kortini ikki fær tey trý stigini, sum teir í fyrsta umfari fingu tillutað á skrivaraborðinum.

Pólverjar hoyra til ES
Málið, sum øll trætan byggir á, er nýtslan hjá AB av sonevndum ikki-ES borgarum. Í dystinum móti Vejle, sum AB annars vann greitt, gjørdu akademikararnir vart við, at teir helst høvdu nýtt fýra ikki-ES borgarar í dystinum. Mest loyvda tali av hesum eru tríggir.
Eftir at DBU viðgjørdi málið, gjørdu teir av, at Vejle skuldi tey trý stigini, sum spælt varð um, og tað eru júst hesi, sum fram til mikudagin hildu lív í bjargingarroyndini hjá Vejle.
AB gjørdi tó greitt, at teir fóru at kæra dómin, og nú er kærunevndin hjá DBU so komin til aðra niðurstøðu. Ein av teimum fýra leikarunum, sum málið snýr seg um, er nevnliga pólverski Piotr Stokowiec. Tá ES hevur eina serstaka samstarvsavtalu við Póland, hevur DBU gjørt av, at pólskir leikarar eru at rokna sum ES-borgarar, og tí hava teir nú givið AB tey trý stigini aftur.
Eftir øllum at døma sendi avgerðin Vejle niður í næstbestu donsku deildina longu undan seinasta umfarinum, men felagið kann tó innan tvær vikur kæra avgerðina til kærunevndina hjá DIF, Dansk Idræts-Forbund.

Nýggjur møguleiki
Hóast Vejle við kúvendingini á skrivaraborðinum hevur mist møguleikan at taka AGF aftur í botnstríðnum, so tykjast allar súður kortini ikki at vera syftar.
Danska Ekstra-Bladet skrivar nú, at Vejle møguliga fer at senda inn kæru um dystin móti Lyngby, sum púrasta óvæntað endaði við javnleiki, 2-2. Hetta er einasta stigið, sum Lyngby hevur fingið, eftir at felagið fór á heysin í vetrarsteðginum.
Talan skal vera um, at Lyngby møguliga hevur gjørt nýtslu av ólógligum leikara. Nick Randrup varð skiftur inn bert tveir minuttir fyri leiklok í dystinum, men dagin fyri hevði hann leikt á Danmarkarseriuliðnum hjá Lyngby, og sambært reglunum er ikki loyvt at nýta leikara á tveimum liðum sama leikdag. Spurningurin, sum í løtuni verður kannaður í Vejle, er tó, hvørt tað rakar superligu- ella danmarkarseriuliðið hjá Lyngby, um kæra verður latin inn.

Fullkomin ruðulleiki
Soleiðis bendir alt á, at talan verður um fullkomnan ruðulleiki, um so er, at Vejle vinnur seinasta dystin, samstundis sum AGF tapir ella spælir javnt. Um so er, so kunnu málini á skrivaraborðinum gera av, hvat lið skal flyta úr superliguni, og fyri íblandaðu feløgini er tað av alstórum týdningi, at málið verður avgreitt sum skjótast.
Eitt nú kunnu liðini neyvan nýta eins nógva fíggjarliga orku, um tey skulu spæla í 1. deild, og tí mugu tey helst vera sera varin við at keypa ella selja, so leingi eingin avgerð er fingin í málunum.
Og ikki minst man tað vera tungt hjá leikarunum. Eitt nú Christian Høgni Jacobsen frítt at fara, um Vejle flytir niður úr Superliguni, men alla tað tíð at avgerðin liggur á skrivaraborðinum hjá DBU, er einki víst í so máta, og tað kann uttan iva skaða møguleikarnar hjá føroyska landsliðsmanninum at finna nýtt felag, um hann noyðist at bíða í fleiri vikur ella kanska mánaðir, áðrenn hann kann taka avgerð um framtíðina.