Sannur ruðuleiki valdast í Italia í dag, har arvafíggindarnir úr Milano, AC Milan og Inter Milan, siga seg hava skrivað sáttmála við sama leikara. Talan er um David Suazo, sum er keyptur úr kappingarneytanum Cagliari.
Massimo Moratti, forseti í Inter, vil vera við, at Suazo hevur skrivað undir pappírini, ið sáttmálabinda hann við Inter. Hetta sama sigur leiðslan í AC Milan, sum sigur seg hava keypt hann fyri góðar 100 mió. kr.
Okkurt bendir tó á, at tað er AC Milan, sum er strokið avstað við leikaranum frá Honduras. Hetta váttar nevniliga forsetin hjá Cagliari. Hann sigur at Inter drálaði ov nógv í samráðingunum, og av tí at hann vildi hava samráðingarnar lidnar skjótast tilber, valdi hann at gera avgerandi avtaluna við AC Milan.
Hvussu er og ikki, so hevur tann óvanliga kviki David Suazo við sínum 14 málum verið toppskjútti hjá Cagliari í ár.










