Ruðuleiki tá ÍF vann móti Fleyr

Síðsta orðið er kanska ikki sagt í kvinnudystinum millum Fleyr og ÍF, sum ÍF vann 3-1. Ein feiluppstilling frá ÍF, sum eingin legði merki til fyrr enn seinni, elvdi til ruðuleika, og møguliga skal dysturin spælast av nýggjum

 

Flogbóltur

Kvinnurnar hjá ÍF vunnu sunnudagin 3-1 í Gundadalshøllini móti Fleyr. Ein rímiliga uppiborin sigur til liðið, sum spældi betur samanlagt. Men dysturin fekk ein óhepnan enda. Tað vísti seg nevniliga, at ÍF í fjórða setti gjørdi eina feiluppstilling ella við øðrum orðum roteraðu skeivt. ÍF-kvinnurnar høvdu miðskeiðis í settinum spurt seg fyri hjá dómaraborðinum og høvdu síðani gjørt eftir teirra boðum, men seinni í settinum, tá støðan var 22-20 til ÍF, gjørdi dómaraborðið so vart við, at uppstillingin var skeiv, sum hon eisini var. Trupulleikin var bara, at fleiri bóltar vóru longu spældir síðani villan varð gjørd, og øll vóru rættiliga ørkymlað av støðuni. ÍF misti nøkur stig, Fleyr fekk nøkur stig, og so varð spælt víðari. ÍF vann settið 26-24 og harvið dystin 3-1.

Men eftir hvat skilst, er síðsta orðið kanska ikki sagt. Tað frættist, at Fleyr hevur kravt nýggjan dyst, men tað er ikki eydnast okkum at fáa hesi tíðindini váttað við vissu.

Um dystin er annars at siga, at hann var rættiliga javnur. Fleyr spældi væl, serliga niðri á gólvinum, og tær vunnu fyrsta sett 25-23. ÍF, sum alt árið hevur havt tann trupulleika, at spælið er ov óstøðugt, vann so tey bæði næstu settini rættiliga trygt 25-16 og 25-13. Í fjórða setti hendi so tað, sum elvdi til ruðuleika, og síðsta orðið er kanska ikki sagt enn.