Ruðuleiki í Leynum

Sól og summar elvur til ferðsluruðuleika í Leynum

Seinastu dagarnar hevur verið verið av tí allarbesta í stórum partum av landinum. Men í høvuðsstaðnum hevur veðrið ikki verið eins gott, og tað hevur kanska verið ein av orsøkunum til, at sera nógv fólk hava leitað sær á Leynasand í góðveðrinum.

Men nógvu fólkini á Leynasandi hava eisini stórar ferðsluavbjóðingar við sær, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn í morgun.

- Hetta er ein afturvendandi trupulleiki. Ein rúgva av fólki fer á Leynasand, og tey blaka bara bilarnar frá sær, sum best ber til. Tað hevur við sær, at til dømis blívur tað ov trongt til, at bilar hjá sløkkiliðnum ikki sleppa framvið, um nú eldur skuldi komið i antin í Leynum ella á Skælingi. Og tað er ikki bara í bygdini, at hesin trupulleiki er, tí tey parkera eisini soleiðis úti á landsvegnum, sigur vakthavandi og heitir á fólk um at hugsa seg um, tá ið tey seta bilin frá sær, áðrenn tey fara á Leynasand.