Ruðuleiki á leikvølli í Lyon

Europa League dystur útsettur eftir samanbrestir og innrás á vøllin

Í kvøld klokkan átta skuldu franska felagið Lyon spæla fjórðingsfinalu í Europa League ímóti turkiska felagnum Besiktas. Eitt korter áðrenn dystin runnu fleiri hundrað áskoðarar inn á vøllin, og sambært miðlum, sum hava fólk á staðnum, vóru tað franskir áskoðarar, sum flýggjaðu undan turkisku áskoðarunum, sum tveittu fýrverk og annað eftir teimum.

Áskoðarar hjá Besiktas brutu seg eisini ígjøgnum girðingar inn á áskoðaraplássini hjá Lyon-áskoðarunum og inn á vøllin, og samanbrestir hava verið millum áskoðarar.

Løgreglan sendi nógv fólk inn á vøllin og áskoðaraplássini, og tað lukkaðist at steðga ófriðinum og rudda vøllin fyri áskoðarar.

Fyri dystin var eisini ófriður uttan fyri leikvøllin, har víðgongdir áskoðarabólkar hjá báðum feløgunum brustu saman. Løgreglan brúkti táragass fyri at steðga ófriðinum og spjaða áskoðararnar. 

Dysturin millum Lyon og Besiktas varð bríkslaður í gongd ein lítlan tíma, eftir at hann upprunaliga skuldi spælast.