Ruðuleiki í Kastrup

Verkfall hjá SAS ger, at meiri enn 100 flogferðir eru avlýstar í dag.

Higartil hevur SAS avlýst 42 fráferðir úr Kastrup í dag, og 59 flogfør, sum skuldu koma til Keypmannahavnar, fara heldur ongan veg.

Óskilið byrjaði í gjár, tá tey, sum taka sær av ferðafólkunum umborð á flogførunum, gjørdu av at leggja arbeiðið niður. Tað noyddi SAS at avlýsa 112 flogferðir í gjár.

Starvsfólkini vilja vera við, at SAS tekur ikki teirra sáttmálasamráðingar í nóg stórum álvara. Felagið hevur lovað at tosa við mótpartin í dag.

Millum 400 og 500 fólk hava gist í Kastrup í nátt, tí øll gistingarhús vóru full.