Køirnar hava verið øgiligar í Havnini í dag. Orsøkin er, at ferðsluljósini á vegamótinum Hvítanesvegur/Eystari Ringveður rigga ikki sum tey skulu.
Fleiri fólk hava sent myndir og fyrispurningar inn til Miðlahúsið um standin, og á løgreglustøðini í Havn siga tey tað sama. Fólk ringja inn og boða frá, at ferðsluljósini ikki rigga.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at Tórshavnar Kommuna er fráboðað um, at grøni pílurin, sum skal leiða ferðslu oman á Hvítanesvegin, riggar ikki og tí sleppur ferðslan ikki ígjøgnum. Køin var fyri løtu síðani allan vegin oman til Gundadalshøllina. Her eru nakrar myndir undir hesari greinini, sum lýsa støðuna.
Tórshavnar Kommuna hevur fingið fráboðan frá løgregluni og arbeiðir sum skilst við málinum.
Tað var annars klokkan 7:30 í morgun, at Jákup Dam, formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, tendraði ferðsluljósini á vegamótinum Hvítanesvegur/Eystari Ringveður, so nú verður ferðslan á vegamótinum stýrd við ferðsluljósum, so hon glíðir lættari.