Ruðuleiki fremur ótryggleika

Mánakvøldið klokkan 19.30 verður fundur um fiskivinnu í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, sum Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag skipar fyri. Tjóðveldi sigur seg hava greitt boð upp á framtíðar fiskivinnu í Føroyum.

Hetta fer Høgni Hoydal at greiða frá á almennum fundi í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna mánakvøldið.

- Ruðuleikin í fiskivinnuni fremur bert ótryggleika og lítið støðufesti í vinnuni. Hetta gagnar samfelagnum illa, og tí er neyðugt við broytingum, heldur Tjóðveldi.

Mánakvøldið klokkan 19.30 fer Høgni Hoydal at leggja fram fiskivinnuuppskot floksins og Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovu Føroya, fer at hava framløgu um týdningin av fiskivinnu í einum búskaparligum samanhangi.

Høvið verður eisini at seta spurningar og kjakast um fiskivinnuuppskotið hjá Tjóðveldi.