Brandávaringarskipanin í stóra innkeypsmiðdeplinum á Amager, Fields, sum nógvir føroyingar kenna, elvdi í gjár til ruðuleika Fields hevði skipað fyri konsert við amerikansku rappstjørnuni, Akon, tá brandávaringarskipanin tvær ferðir fór í gongd. Panikkur uppstóð, tí nógvir av teimum ungu áhoyrarunum ikki vildu flytast burtur, skrivar danska Ekstrablaðið.
Hóast spurnartekin eru sett við trygdina í Fields, heldur trygdarovastin í deplinum, at trygdin var í lagi.
So galið var ta einu løtuna, at løgreglan, sum í fleiri tímar arbeiddi við at fáa støðuna undir kontrol, mátti taka kniplarnar fram.
Sera striltið gekst at fáa fólkini út, og uppøst ung tveittu battaríir og ymiskt annað eftir løgreglumonnunum.