- Ruðuleiki var í miðbýnum í Havn í morgun. Fleiri smá ferðsluóhapp hava verið, men eisini eru fleiri bilar komnir rættiliga illa fyri í hálkuni í morgun, sigur vakthavandi á politistøðini.
Í morgun klokkan 7.30 vórðu boð send eftir politinum, tí ein bilur var farin av vegnum norðan fyri Sandvíkarhjalla, og ein annar bilur fór rættiliga illa, tá hann fór út av vegnum við Sundsverkið.
Eitt annað heldur sermerkt óhapp var í eysturbýnum í Havn í morgun. Ein bilførarin koyrdi út frá barnagarðinum á Konmansmýru, ætlaði sær út aftur á Hoyvíksvegin, men misti brádliga tamarhaldið á bilinum. Staðin fyri at halda kósina beint fram fór bilurin heldur upp á gongubreytina, av vegnum og niður í Hoyvíkstjørn.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Verið varin
Á politistøðini í Havn heita tey á øll at ansa betur eftir:
- Áðrenn farið verður frá húsum um morgunin, noyðist hvør einstakur at taka hædd fyri hálkuni. Tað ber rætt og slætt ikki til at fara avstað við bilinum, um hann ikki er nóg væl skøddur, leggur vakthavandi á politistøðini at enda afturat.