DANMARK 1. DEILD
Tað hilnaðist ikki væl hjá flestu føroysku spælarunum í næstbestu donsku deildini sunnudagin. Størsta vónbrotið var tað hjá Frem, sum nú av álvara er farið at kenna tað brenna undir sær.
Hesa ferð var Frem á útivølli í Hellerup móti HIK. Heimaliðið vann 1-0, eftir at Frem mest sum alla tíðina hevði havt yvirvág. Sigursmálið fekk heimaliðið, tá ið tað restaðu fýra minuttir. Jónas Þór Næs og eykamálverjin, Gunnar Nielsen, sótu alla tíðina á Frem beinkinum, og teir sóu Frem málverjan, Jørgen Nielsen, gera sjálvmál, tá ið hann eftir horna boksaði bóltin upp í nettakið. Jón Rói Jacobsen var alla tíðina í miðverjuni hjá Frem.
Tapið var tað sætta hjá Frem í hesum kappingarárinum. Frem er nú fimti aftast, og tað er ein støða, sum teir í Frem ikki eru nøgdir við, hóast teir undan hesum kappingarárinum mistu fleiri spælarar. Fleiri av tapunum hava verið heilt óneyðug, halda teir í Frem.
Skjold, sum hevur Atla Gregersen á liðnum, hevur higartil verið á aftasta plássinum. Sunnudagin vann Skjold 2-1 í Århus á Brabrand. Sigurin bar við sær, at Skjold flutti av aftasta og upp á næstaftasta plássið.
Christian Lamhauge Holst var alla tíðina í álopinum, tá ið Lyngby var í Vejle, har heimaliðið vann 2-0. Ein gamal kenningur í NSÍ, Ulrik Balling, staðfesti sigurin, tá ið seinna umfarið var tveir minuttir gamalt.
Fremad Amager megnaði ikki at halda tørn um oddasessin, men Andrew av Fløtum vísti, tá ið teir vóru í Nykøbing á Falster, at tað framvegis eru nógv mál í honum. NFA vann 2-1, og Andrew av Fløtum pyntaði í síðstu løtu um úrslitið hjá Fremad Amager, sum við tapinum datt niður á fjórða plássið.