- Hatta var forferdiliga keðiligt, men eg haldi, at dysturin kundi farið báðar vegir. Men teir skora so, áðrenn teir veruliga hava skapt sær nakran møguleika.
- Eftir hetta hava vit eitt gott trýst, og vit skapa eisini onkrar møguleikar, men so ksora teir og punktera dystin, og so var tað ikki nóg gott hjá okkum, segði Jákup á Borg, tá hann mátti staðfesta, at B36 hevði tapt ein sera týðandi dyst í Sørvági.
Seinastu vikurnar hevur spælið gingið hampuliga væl hjá B36, men Jákup dylur ikki fyri, at hann vildi sæð stig á kontini heldur enn vakurt spæl og eingi stig.