Úrtøkan kann gerast so stór sum sjáldan

Klaksvíkingar fara seinnapartin út á Svangaskarð. Felags fyri B68 og KÍ er tað, at tey einki stig fingu burtur úr fýra teimum fyrstu umførunum. Tað er eisini felags fyri B68 og KÍ, at tey vunnu fyrsta stigið í javnleikum síðsta sunnudag, og at tey vunnu fyrstu sigrarnar mikukvøldið. B68 1-0 á útivølli ímóti Skála og KÍ 2-1 á heimavølli ímóti B71.

Um tað eydnast øðrum partinum á Svangaskarði seinnapartin at vinna, so verður støðan á talvuni eftir hálvari viku broytt frá botnplássi og til pláss miðskeiðis á talvuni. Tí stendur nógv upp á spæl hjá B68 og KÍ.

Toftamenn megnaðu síðsta sunnudag málleysan javnleik á heimavølli ímóti HB. Ta ferðina noyddist fyrrverandi KÍ spælarin Jacob Bymar heilt tíðliga at taka seg burturúr. Hann var ikki við á Skála, og tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla í dag. Ameth Keita og Kristian Anton Andreasen noyddust báðir smáskaddir av vøllinum mikukvøldið. Tað verður roknað við, at teir verða førir fyri at spæla seinnapartin.

Hjá KÍ er tað greitt, at miðverjin Ove Nysted ikki verður við í dag. Orsaka av skaða í lærkrikanum noyddist hann av vøllinum mikukvøldið.

Brasilski Andersson er ikki partur av KÍ liðnum longur. Tað hevur gingist honum illa at vinna sær pláss millum teir fyrstu ellivu, og partarnir eru vornir samdir um, at hann skal fara til hús.

Í fjør var B68 í næstbestu deildini. Í 2006 vann B68 3-1 í Klaksvík, meðan dystirnir á Svangaskarði endaðu 4-0 og 3-2 til KÍ.