Í NSÍ leguni var hýrurin góður, eftir at tað fyri aðru ferð í ár hevði eydnast at vinna fulla úrtøku ímóti B36.
- Í summar gekk tað einki serligt. Nú hava vit vunnið fýra av fimm teimum seinastu ferðunum, og tað var fínt, at tað eydnaðist at rætta upp aftur, eftir at vit taptu í Gøtu, var staðfestingin.
Málverjin, Tórður Thomsen, var fegin um, at tað hevði eydnast at halda B36 burtur frá at skjóta mál:
- Eg hevði ikki so nógv at gera hesa ferð. Serliga í 2. hálvleiki var verjuspælið frammanfyri meg gott. Nú verður spennandi at fáa EB/Streym á vitjan. Vit ætla ikki, at teir skulu vinna meistaraheitið við Løkin!