Ørt at minka blokkin nú

Nú frættist, at fíggjarmálaráðharrin arbeiðir við at gera uppskot um at lækka blokkstuðulin 117 milliónir, sum avtalað var, tá samgongan varð skipað fyrr í ár

Havi skeitt ígjøgnum samgonguskjalið, og har stendur m.a.: “Ríkisveiting. Málsøkið Serumsorgan verður yvirtikið. Kostnaðurin er 117 milliónir. Upphædd av ríkisveitingini verður árliga sett til viks til tess at røkka hesum máli.”

Hugdi so í løglistan, ið liggur á heimasíðuni hjá Tinganesi, men har síggi eg ongar ætlanir um at yvirtaka Serumsorganina nú. Harafturat haldi eg meg minnast, at tá samgongan varð skipað, var nevnt okkurt um, at niðurskurðurin í blokkinum var tengdur at búskaparligu støðuni eisini.

Og tá vit hugsa um búskaparligu støðuna í dag, so síggi eg onki, ið talar fyri hesum niðurskurði nú.

Fíggjarmálaráðið er stutt síðani komin við nýggjastu konjunkturbarometrunum fyri juni, sum vísti, at samlaða treystitalið hjá brúkarum og vinnu eru lækkað úr 24 niður í -5 frá januar til juni í ár!

Hugsa vit so um støðuna hjá sjúkrahúsunum, sum hava fingið nógva umrøðu í summar, so sær út til at vit hava sera torført fíggjarliga at varðveita sjúkrahúsverkið á rímuligum støði. Umframt at støðan við kommunulæknum er ikki meira enn næstbest, nú stórir trupulleikar eru at manna kommunulæknastørvini, ið eru.

Júst heilsuverkið er ein av grundarsteinunum í vælferðarsamfelagnum, sum vit øll vilja verja!

Nevnast kunnu eisini nógv dømir um verkætlanir, ið krevja fígging. Eitt tað feskasta dømi er nýggjur skúli í Marknagili í Havn fyri útvið hálva milliard, uttan at fígging fylgdi við uppskotinum. Hesum skal fígging nú finnast til, umframt nógv onnur mál, sum eisini kosta nógvan pening.

Samanumtikið haldi eg ikki, at nakað talar fyri einari lækking av blokkinum nú, heldur tvørturímóti!