Annað av umboðunum fyri lærararnar í arbeiðsbólkinum, Magnus Tausen, er harmur um, at Høgni Hoydal fríggjadagin setti ársverksskipanina í verk frá komandi skúlaári.
? Ein av høvuðstættunum í skipanini er samstarvið millum lærara og leiðslu, men nú skobráði er stutt, er rættiliga sannlíkt, at tann parturin verður lopin um. Hetta er stak óheppið, tí skipanin fer tí at fáa eina keðiliga byrjan, sigur Magnus Tausen.
Magnus ivast ikki í, at flestu lærarar eisini kenna seg ótryggar at fara í skúla eftir summarfrítíðina, tí teir eru ikki fullgreiðir yvir, hvat teir koma til. Tað er heldur ikki serliga hugvekjandi at byrja eina nýgga skipan í einum keðiligum anda, sigur Magnus Tausen.
Sum skilst á skúlastjórum kring landið, so eru flestu teirra í gongd við at leggja skema fyri lærararnar komandi skúlaár. Av tí skúlaárið er við at halla, verða sjálvar virksemisætlanirnar hjá hvørjum lærarar ikki tilrættarlagdar fyrr í august.
Fyri at skúlaleiðslurnar yvirhøvur kunnu megnað at samskipa allar virksemisætlanirnar, er neyðugt at nýta partar av summarfrítíðini til arbeiðið. Hetta heldur Magnus Tausen verða keðiligt, og sloppið kundi verðið undan støðuna, um ársverkið bíðaði eitt ár.
Opin fyri broytingum
Magnus leggur dent á, at skipanin als ikki er endalig.
? Skipanin er opin, og møguleiki er fyri tillagingum og broytingum, og tey bæði royndarárini fara vísa, hvørjar broytingar eru neyðugar fyri at skipanin skal rigga til fulnar, greiðir Magnus Tausen frá.
Spurdur um nýggja skipanin við ársverkum ikki gongur ímóti rákinum á arbeiðsmarknaðinum, har fólk arbeiða meir og meir fleks tíðir, og ikki eru bundin av at verða á arbeiðsplássinum, svarar Magnus, at tað kann væl verða nakað um tað, men kortini at hvør einstakur lærari hevur nógva tíð, sum hann sjálvur kann tilrættarleggur.
? Lærarin verður bundin av at verða í skúlanum og undirvísa, meðan restin av tíðina kann hann nýta sum hann vil. Nær lærarasamstarv, fundarvirksemi, foreldrafundir o.s.fr. verða, verður upp til hvønn einstaka lærara og ikki ovastu leiðslu á skúlanum, og tí hevur skipanin eisini tikið hædd fyri flekstíðini, sigur Magnus Tausen at enda.
Myndtxt:
Annar av umboðum fyri lærararnar í arbeiðsbólkinum, ið hevur orðað ársverkið, Magnus Tausen, sigur seg skilja væl um lærarar kenna seg ótryggar við at fara til arbeiðis við nýggju skipanini.
mynd: Savnsmynd