Ársveitslan hjá B36 verður í HB-húsinum

Tað boðar B36 frá í dag. Tað er ikki pláss í B36-húsinum

Landskappingin í fótbólti hjá monnum endaði um vikuskiftið, og hóskvøldið verður Fótbóltsgalla 2019, har ársins spælarar verða kosnir. Hetta er eisini tíðin, tá øll fótbóltsfeløgini hava sína ársveitslu. Sermerkt við ársveitsluni hjá B36 í ár er, at hon verður í húsinum hjá grannunum og arvafíggindanum á vøllinum, HB.

Tað er mangan misjavnt við uppmøting, sum plagar at hanga saman við ítróttarligu úrslitunum. B36 rakk akkurát ikki til gull í landskappingini, men tilmeldingin til ársveitsluna er somikið góð, at felagið má leitað sær eftir øðrum høli enn í B36-húsinum.

- Vit hava leitað við ljós og lykt eftir hølum, sum eru nóg stór til at rúma borðhaldinum, men tað vísti seg at enda, at okkum nýttist ikki at leita so øgiliga langt. Hjá grannum okkara fyri norðan ber nevnliga til at hava eitt heldur størri borðhald, og tí møguleikanum hava vit valt at taka av, skrivar B36 á heimasíðuni í dag.

Ársveitslan hjá B36 verður leygarkvøldið. Her er skrivið, sum B36 hevur lagt út í dag:

 

Borðhaldið verður í HB-húsinum

Tað er fullteknað og nógv meira enn tað til ársveitsluna. Fyri at fáa rúm fyri veitslugestunum hava vit gjørt av, at sjálvt borðhaldið verður í HB-húsinum, meðan veitslan so heldur fram í B36-húsinum

Tá vit lótu upp fyri atgongumerkjasøluni til ársveitsluna hjá B36 gekk tað minni enn eitt samdøgur, áðrenn alt varð útselt.

Tað er sjálvandi at gleðast um, at áhugin er somikið stórur, men tað hevur eisini givið okkum høvuðbrýggj. Vit stóðu í eini støðu, har fleiri av okkara dyggu stuðlum og trúgvu viðhaldsfólkum ikki rúmaðust í veitsluni. Nakað sum vit á ongan hátt ynsktu.

Vit hava leitað við ljós og lykt eftir hølum, sum eru nóg stór til at rúma borðhaldinum, men tað vísti seg at enda, at okkum nýttist ikki at leita so øgiliga langt. Hjá grannum okkara fyri norðan ber nevnliga til at hava eitt heldur størri borðhald, og tí møguleikanum hava vit valt at taka av.

Soleiðis verður sjálvt borðhaldið til ársveitsluna hjá okkum í ár í ”skeiva” húsinum, men út á kvøldið koma vit upp á slætt, og vit vóna sjálvandi, at veitslan verður eins góð, sum ársveitslur okkara alofast eru.