- Eg las faktist um Føroyar gjøgnum tíðarritið National Geographic. Og nú hevði eg so sjálvur hug at vitja her og síggja alt við egnum eygum, greiðir Hiroshi frá.
Veðrið hevur eisini verið rættiliga ymiskt, síðani hann kom higar beint eftir jól. Tað hevur bæði verið kavaveður og ódnarveður.
Men fyri Hiroshi, ið tekst við kunningarvísind í USA, hevur tað einki at siga.
- Fyri meg merkti ódnarveðrið bara, at eg tók eyka nógvar myndir henda dagin, sigur hann við einum brosi.
Hann var heppin, og fekk samband við ferðavinnumannin, Sámal Bláhamar, sum legði honum eina áhugaverda ferðaskrá til rættis. Henda fevndi bæði um vitjan heima hjá Sámali, hjá landsmanni, hjá borgarstjóranum í Havn og kring landið. Hann ætlar nú at greiða frá hesum á alnótini.
- Eg komi heilt vist aftur eina aðru ferð. Og tá steðgi eg longri og taki unnustu mína við, sigur Hiroshi Nakagawa, sum fer úr aftur Føroyum í dag.
Kring landið
Hiroshi dámar væl at taka myndir, og var henda dagin við Rituni úti í Fugloy, her hann er avmyndaður saman við Mogens Højsted
LANDSMENN
Hiroshi Nakagawa vitjaði ymsastaðni kring landið, m.a. á Mjólkavirkinum, har hann hitti landsmann sín, Kazuomi Enomoto









