ÁRSROKNSKAPUR MERKTUR AV BURTURLEGGINGUM

Tíðindaskriv:


Umfatandi kreppan í alivinnuni ber í sær, at ársroknskapurin hjá Føroya Sparikassa fyri 2003 er merktur av burturleggingum móti møguligum tapum av skuldarum. Roknskapurin prógvar tó eisini, at Sparikassin er ein sterk fyritøka í framgongd, og útlit eru fyri, at 2004 gerst eitt gott sparikassaár.


Føroya Sparikassi almannakunnger í dag ársroknskapin fyri 2003. Roknskapurin er merktur av burturleggingum, fyrst og fremst móti møguligum tapum í kreppuraktu alivinnuni.

Ársroknskapurin vísir m.a., at Sparikassin hevur avskrivað og burturlagt 309,2 mió. kr. Tað merkir, at úrslitið eftir skatt gjørdist eitt hall upp á 128,8 mió. kr. móti einum avlopi árið fyri upp á 65,9 mió. kr.

"Sparikassin sannar, at úrslitið fyri 2003 er ikki nøktandi. ILA og metlágir laksaprísir hava noytt alivinnuna í knæ, og tað er høvuðsorsøkin til úrslitið", sigur stjórnin í Føroya Sparikassa.

Stjórnin vísir hinvegin á, at roknskapurin eisini er eitt greitt tekin um, at Sparikassin er ein sterk fyritøka í framgongd. Grundraksturin hevur ongantíð verið so góður sum í 2003, tí inntøkurnar eru nógv øktar, meðan útreiðslurnar at kalla standa í stað.

"Saman við teirri sannroynd, at vágin í alivinnuni fer at minka í ár, gevur tann góði grundraksturin ábending um, at úrslitið fyri 2004 verður betri enn í 2002", sigur stjórnin.

Nettorentuinntøkur og ómaksgjøld gjørdust heilar 237,1 mió. kr., ið er ein øking uppá 9,6% ella 20,6 mió. kr. í mun til árið fyri. Kursvinningurin av virðisbrøvum og gjaldoyra gjørdist 23,1 mió. kr., sum er 11,4 mió. kr. betri enn í 2002. Sostatt gjørdist úrslitið av fíggjarpostum heilar 269,0 mió. kr. ? ein vøkstur uppá 33,1 mió. kr. í mun til 2002, tá talið var 235,9 mió. kr.

Rakstrarútreiðslurnar gjørdust 121,4 mió. kr., sum er ein øking uppá 2,7% ella 3,2 mió. kr. í mun til árið fyri.

Fíggjarstøðan javnvigaði við 5,195 mia. kr. við árslok 2003, ið er á sama støði sum árið fyri. Bæði útlán og innlán minkaðu í 2003. Útlánini minkaðu 2,3% niður í 3,887 mia. kr. við árslok 2003. Innlánini minkaðu 4,1% niður í 3,786 mia. kr.

Eginpeningurin var 753,6 mió. kr. við árslok 2003. Solvensurin var 19,1% móti teimum lógarkravdu 8,0%.