RSP á Voxbotn 2023

Eru tit klár til rapp og hiphop? 

 

Rappararnir og hiphoppararnir úr RSP hava veruliga tikið føroyingar av bóli, við teirra altíð orkufyltu framførslum og ópoleraðu tekstum. Bólkurin hevur livað í undirgrundini í nøkur ár, og eru RSP nú kendir fyri, at tora at seta orð á tað, ið onnur ikki tosa um. 

 

Teir rappa um skuggasíðurnar av samfelagnum, teir flirta við áhoyrarafjøldini og teir eiga pallin, sum eingin annar. Áhoyrara fjøldin kókar, tá RSP fara á pallin og í 2023 koma teir á OY Voxbotn. 

 

Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn og Katrina frá Katrina & The Waves, koma á OY Voxbotn 2023.

 

Vit gleða okkum at kunngerða enn fleiri nøvn í næstum, tí OY Voxbotn 2023 verður størri enn nakrantíð og í heili 2 dagar.

 

Forsøluprísurin til OY Voxbotn er kr. 995,- og atgongumerki fáast hjá Effo kring landið, í Power í SMS, Kunningarstovuni í Steinatúni og á www.ebillett.fo,

 

OY Voxbotn 2023 í samstarvi við SMS, Atlantic Airways, OY, BankNordik, Posta, Eta, Burger King, Effo, Coca Cola og Nema