Ársmøtini hjá Heimamissiónini verða send beinleiðis á útvarpsstøðini Lindini. Møtið fríggjakvøldið 8. mai kl. 19.30, leygarkvøldið 9. mai kl. 19.30 og sunnukvøldið 10. mai kl. 17.00 á Ársmøtinum verða send beinleiðis á útvarpsstøðini Lindini. Tað vil siga, at tey, ið ikki hava møguleika at koma til møtini, kunnu tó fáa møtini við, við at lurta eftir Lindini og á heimasíðuni www.lindin.fo
Fríggjakvøldið 8. mai kl. 19.30 talar Bergur D. Joensen um evnið ?Tey hildu saman?, leygarkvøldið 9. mai kl. 19.30 talar Øssur Kjølbro um evnið ?Saman um Kristus? og sunnukvøldið 10. mai kl. 17.00 talar Heri Kjærbo um evnið ?Saman um tænastuna?.










