Ársmøti aftur í mai

Fyrireikingarnar til Ársmøtið 2007 eru longu komnar væl áleiðis. Møtini verða 3. til 6. mai í Nesvík, og er heitið í ár “Við meistarans føtur”.

Til sjálvan ársfundin er ætlanin at leggja størri dent á tey staðbundnu arbeiðini. Ársmøtið hevur í stóran mun verið ársmøti fyri landsarbeiðið.
- Í ár ætla vit at seta tíð av til at tosa beinleiðis um staðbundnu arbeiðini, verður sagt.