Í døgunum 14. 18. mars 2011 varð fyri fjórðu ferð skipað fyri landsroynd í 4. og 6. flokki í øllum fólkaskúlum kring landið. Í fólkaskúlalógini er ásett, at landsroyndirnar eru ein partur av eftirmetingarskipan fólkaskúlans, og verða royndirnar fyriskipaðar í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni.
Tað er Mentamálaráðið, sum nú sendir skúlunum úrslitini av landsroyndunum í dag.
- Ábendingar eru um, at úrslitini sum heild eru heldur betri enn seinast. Mentamálaráðið er í holt við at viðgera úrslitini og skriva eina gjøllari frágreiðing, sum verður almannakunngjørd fyrst í juli mánað, sigur Mentamálaráðið í tíðindaskrivi.
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, harmast um tær misskiljingar, sum verið hava í hesum máli.
- Teir lærarar, sum vegna Mentamálaráðið hava mannað uppgávunevndirnar og hava rættað uppgávurnar, hava aftur í ár gjørt eitt megnar arbeiði. Tað er Mentamálaráðið, sum hevur fulla ábyrgd av, at úrslitini av landsroyndunum eru send skúlunum seinni enn ætlað, sigur hon.
Lagt verður aftrat, at miðað verður eftir, at úrslitini verða send skúlunum fyrr næsta ár, soleiðis at skúlarnir í góðari tíð kunnu samskifta við næmingar og foreldur og fyri summarsteðgin nýta úrslitini í ráðleggingini av næsta skúlaári.
- Hóast úrslitini koma í seinna lagi í ár, kunnu skúlarnir brúka úrslitini av landsroyndini í sambandi við ársætlanirnar, ið skulu latast skúlaleiðaranum í seinasta lagi 15. september, sigur Mentamálaráðið í tíðindaskrivi seint í dag.









