Úrslitið var tað ringasta

Hóast úrslitið var helst stóra vónbrotið hjá føroyskum fótbólti, síðani landsliðið í 1993 tapti 2-0 fyri Kypros, so helt føroyski venjarin, at tað eisini vóru positivir lutir at síggja í avrikinum.
- Tú hevur nokk rætt í, at úrslitið nokk var tann vánaligasti parturin av dystinum fyri okkara viðkomandi.
- Vit hava jú fleiri møguleikar, men hinvegin, so eru teir eins góðir, sum vit høvdu roknað við. Og teir skapa sær eisini nakrar møguleikar, men teir fáa so trý mál burtur hesum, og tað var so tann stóri munurin á liðunum.

Góðskan ov lítil
Ein tann størsti trupulleikin hjá føroyska liðnum tóktist vera, at góðskan í bæði uppspæli og innleggum ikki var nóg góð. Nakað sum landsliðsvenjarin á ongan hátt var ósamdur í.
- Uppspælið úr aftastu ketuni var ikki nóg gott, og tí fingu vit ikki lagt nóg nógv trýst á. Tá vit so hóast alt komu um kantarnar nakrar ferðir, so vóru innleggini bara ikki nóg góð. Tey lógu at kalla konsekvent á fyrsta kypriotiska verjuspælaran, og tað er altso ikki nóg gott. Og endaliga, so fáa vit kortini nakrar stórar møguleikar burturúr, men hesar megna vit ikki at gera okkum dælt av. Tað var, sum vóru teir alla tíðina eitt lítið fet skjótari enn okkara, og tað var kanska tann størsti munurin í dystinum. Teir hava altso fleiri spælarar, sum spæla í bestu griksku deildini, og tað gevur so meira, enn um spælarar spæla í bestu føroysku deildini og í donskum fótbólti.
- Tá tað er sagt, so haldi eg kortini, at vit áttu betri uppiborið. Hóast vit ikki spæla upp til okkara allarbesta, so skapa vit fleiri møguleikar. Og hóast vit missa bæði Súna og Toda, so hava vit fyri tað allar mesta eitt sera gott tak á dystinum. Og hugsar tú samtundis um, at vit hvørki hava Fróða Benjaminsen ella Julian Johnsson við í dag, so er tað klárt, at talan verður um mótbrekku.

Hevði álit á Mortani
Tá tosað verður um fráveruna, so er væl eisini náttúrligt at tosa um teir, sum loystu av. Her munnu tey flestu vera samd um, at Mortan úr Hørg var mest positva føroyska innslagið.
- Tað er einki dulsmál, at eg var sera væl nøgdur við Mortan. Hann megnar at koman, og er sera dugnaligur, tá trýst skal setast á teirra verju. Tað høvdu vit eisini roknað við út frá tí, sum vit høvdu sæð undir venjingunum. Nú hava vit so eisini sæð, hvat hann er førur fyri í einum slíkum dysti, og tað er avgjørt positivt, staðfestir venjarin.
Hóast úrslitið soleiðis var eitt av teimum heilt keðiligu, so tóktist Henrik ikki at halda, at nøkur orsøk var at dvølja ov leingi við keðilgu síðurnar av dystinum.
- Har var jú hóast alt eisini nógv positivt at síggja. Vit hava dyst móti Fraklandi um hálva triðju viku, og tá hava vit bæði Jákup og Fróða við aftur. Tað gevur eina góða kapping um plássini, og so mugu vit bara royna at standa okkum so væl sum gjørligt í Fraklandi, heldur Henrik Larsen at enda.