Á midnátt í kvøld lata valhølini í seks statum aftur, og tá kunnu forsagnirnar longu siga, hvør vinnur Millum teir statirnar, sum lata valhølini aftur á midnátt okkara tíð, er Virginia, sum er ein av teimum statunum, sum kann fara báðar vegir, og sum kann geva eina ábending um úrslitið.
Um midnáttarleitið koma nakrar kanningar, sum eru gjørdar uttan fyri valhølini. Tað er ikki vist, at tær eru eftirfarandi, men vísa teir eitt nú ein greiðan sigur til Barrack Obama, kann alt longu vera avgjørt tá, skrivar NTB.
Ein tíma seinni koma nøkur tøl, sum geva eina neyvari mynd, tí tá lata valhølini í teimum týdningarmiklu statunum Ohio, West Virginia og North Carolina aftur. Og ein hálvan tíma seinni koma so tølini úr Florida, Pennsylvania og 14 øðrum statum.
Í hvussu er bendir alt á, at einum nýtist ikki at bíða eftir úrslitunum av vesturstrondini fyri at fáa navnið á vinnaranum.