Hóast samlaðu inntøkurnar hjá vinnuni minkaðu nógv í 2009 í mun til 2008, so var samlaða úrslitið nakað frægari. Hóast samlaða úrslitið hjá vinnuni batnaði í 2009, so var tað sera ymiskt hvussu skarst frá vinnu til vinnu. Í tilfeingisvinnuni var tað serliga fiskaalingin, sum dró upp. Harumframt var úrslitið hjá tí partinum av fiskiflotanum, sum roynir eftir botnfiski undir Føroyum, ikki so vánaligt í 2009 sum í 2008. Hesin partur av flotanum hevur nú havt hall trý ár á rað. Samlaða úrslitið hjá aðrari fiskiveiði versnaði í 2009. Sigast skal tó, at úrslitið í 2008 varð nógv ávirkað av óvæntaðum inntøkum.
Í vøruframleiðsluvinnunum var tað onnur fiskavirking, so sum kryvjivirki og uppisjóvarvirki, fjølmiðlar og annað útgávuvirksemi, og so evnafrøivirki, sum høvdu betri úrslit í 2009 enn í 2008. Vert er at leggja til merkis, at hóast flaka- og saltfiskavinnan á landi á áttanda ári gav hall, so minkaði hallið við góðum 90 mió. kr. í 2009, so at hallið bleiv knappar 10 mió. kr. Samlaði eginkapitalurin í flaka- og saltfiskavinnuni var negativur annað árið á rað.
Tænastuvinnan hevði eitt vánaligt ár í 2008. Úrslitið í 2009 er væl betri, tó at tað ikki er tað, sum tað plagdi at vera. Tað eru partar av heilsøluvinnuni og ein partur av ráðgevara- og heilsutænastuvinnuni, ið hava gingið betri, meðan t.d. gisti- og matstovuvinnan og KT-vinnan hava havt tað strævnari. Flutningsvinnan á sjónum hevði hall í 2009, men tað var nógv minni enn í 2008, sigur Hagstovan.