Postverk Føroya hevði aftur í fjør eitt hall á ársroknskapinum. Úrslitið fyri 2003 áðrenn avskrivingar var 0,7 mió. krónur í halli. Hetta er nakað minni enn árið fyri, tá Postverkið hevði 3,9 mió. krónur í halli.
Inntøkurnar hjá stovninum svaraðu til 109 mió krónur í 2003, og tað er umleið tað sama sum í 2002. Størsta inntøkuøkingin stavar frá sonevndum tíðindaleysum sendingum, sum góðu slakar tvær mió. krónur meir í inntøkum enn í 2002.
Størsta inntøkukeldan hjá Postverki Føroya er framvegis brøv. Av samlaðu inntøkunum á 109 mió. krónur, stava 37 mió. krónur frá brøvum. Inntøkurnar av brøvum eru tær at kalla tær somu sum í 2002.
Hægri lønir
Størstu útreiðslurnar hjá stovninum eru lønirnar. Lønirnar fara við góðum tveimum triðingum av samlaðu útreiðslunum hjá Postverki Føroya. Í 2003 rindaði Postverkið nærum hálvfjóðra millión krónur meir enn árið fyri, hóast ársverkini vóru færri.
Sambært ársfrágreiðingini vóru 240 ársverk á Postverki Føroya sammett við 245,5 í 2002.










