Hóast hann ivaleyst vildi hava floksfelagan John McCain at vinna valið, sigur Bush, at sigurin hjá Barrack Obama er ein sigur fyri amerikanska søgu, sum hann orðar tað sambært AP.
Í síni vikuligu útvarpsrøðu segði tann fráfarandi forsetin, at amerikanararnir hava valt ein forseta, sum umboðar ein sigur fyri amerikanska søgu. Hann legði afturat, at valið seinasta týsdag vísir, at hart arbeiði og bjartskygni geva úrslit, og at fólk framvegis hava álit á USA.
-Saman við tí amerikanska fólkinum ynski eg tí komandi forsetanum eydnu, og Laura og eg vóna, at Obama-húskið fær líka nógva gleði í hesum undurfullu húsum, sum vit hava havt, segði tann fráfarandi forsetin.
Bush, sum fer frá tann 20. januar, hevur sagt, at hann mog hansara umsiting fara at veita tí komandi forsetanum og fólki hansara allan tann stuðul og alla ta hjálp, sum tey biðja um. Demokraten Obama afløser Bush på præsidentposten 20. januar.