Úrslit frá EM í bogaskjóting

Tríggir føroyingar hava luttikið í EM, sum var í Póllandi. Úrslitini síggjast her.

Tríggir føroyskir bogaskjúttar hava seinastu dagarnar luttikið í EM í pólska býnum Legnica. Teir vóru Jóannes Poulsen (Ørvur, Runavík), Nikkel Petersen (Ørvur, Runavík) og Jógvan Niclasen (Tambar, Havn).


Allir tríggir luttóku í compound, har 90 skjúttar úr 33 londum luttóku. Jóannes Poulsen bleiv nummar 59 við 678 stigum, Jógvan Niclasen nummar 72 við 670 stigum og Nikkel Petersen nummar 84 við 662 stigum.


Í Sosialinum í dag ber til at lesa samrøðu við Nikkel Petersen, sum eitt nú greiðir nærri frá EM-kappingini og hví verandi umstøður til bogaskjóting í Føroyum ikki eru nøktandi.