Írskur DJ gav íblástur

Longu fýra ár áðrenn Malaki bleiv føddur, høvdu foreldrini Sigga Vang og Agga Niclasen funnið navnið til sonin. Hetta var til eina privata veitslu í Keypmannahavn, har írin DJ Malachy spældi tónleik. - Eg kom í prát við Malachy, fann penn og pappír og noteraði mær navnið til eina eventuella “sonar-hending”, sigur pápin, Agga Niclasen, um søguna handan navnið Malaki

- Eg minnist, at hesin maðurin, sum diskaði til veitsluna, spældi góðan tónleik, osaði av sjálvsáliti, var dámligur og sá enntá óvanliga gott út. Tí hugsaði eg, at eg mátti heldur skriva mær navnið niður, um so var, at eg einaferð fór at fáa ein son, greiðir Agga Niclasen frá.
Tá sonurin, Malaki, bleiv føddur í London í 2002 vóru tey als ikki í iva um, hvussu drongurin skuldi eita.
Í roynd og veru vóru eingi onnur nøvn uppi at venda, tá tey skuldu velja navn til sonin. Tó høvdu tey eitt krav.
- Kravið var eitt flott-ljóðandi navn. Null dentur á týdning, bert ljóð. Formur, ikki innihald. Ja, so leingi sum navnið ikki merkir ”borðiskur” ella ”burðardyggur”, heldur Agga Niclasen skemtiliga fyri og heldur fram:
- Navnið skuldi bert hava føroyskir stavir, og tað skuldi liggja væl til føroyska tungumálið. Altso, úttalilsið var avgerandi, og trýstið er á fyrsta stavilsi, á “M” og ikki “l”. Tað vil siga skjótt “Malaki”, og ikki “Ma-laki”. Og so hava vit ein forkærleika til stavirnir “s” og “m”.

Fingu ein hvøkk
Í Føroyum er ikki óvanligt at børnini verða uppkallað eftir eitt nú eini ommu ella abba. Men hvørki Agga Niclasen ella Sigga Vang høvdu hug til at sonurin skuldi verða uppkallaður eftir onkrum í familjuni.
- Í Føroyum hava vit lyndi til at enda í default mode og uppkalla. Annaðhvørt tí talan er um mangul uppá betri ella tí, at vit vilja gleða foreldur við fleiri, hvat eisini er óført, serliga um navnið er snøgt, sigur Agga Niclasen.
Tí vóru tað eisini nøkur, ið gjørdust ovfarin, tá tey fingu at vita navnið Malaki.
- Onkur av teimum eldru fekk kanska ein smáhvøkk. Men einki, tíðin ikki kann fiksa, sigur Agga Niclasen.

Glað fyri navnið
Hóast navnið ikki er vanligt í Føroyum, og onkur bleiv ovfarin av navnavalinum, so er talan um eitt bíbilskt navn.
- Ein dag fyri dóp í Nes kirkju fingu vit at vita, at Malaki er eitt bíbilskt navn; tann minsti av teim minstu profetunum. So teimum, sum ikki dámdi navnið so væl at byrja við, teimum dámdi tað eitt sindur betur tá, haldi eg, sigur Agga Niclasen.
Í dag eru foreldrini framvegis glað fyri, at tey valdu navnið Malaki til sonin.
- Enn sum áður halda foreldrini, og faddrar - haldi eg - at navnið ljóðar væl. Enntá ommum og abbum dámar navnið, og tað er nakað, sum er komið serliga við tíðini, fortelur Agga Niclasen og leggur afturat:
- Og systkini sjálvandi, ið sjálvi hava merkverdug nøvn, sigur Agga Niclasen og vísir á, at systkini hjá Malaki eita Sadie Sigurrós, Maika Margreta og Anna Bella.