Keane kortini við
Tað ljóðaði mánadagin, at ein av stóru stjørnunum á liðnum hjá Írlandi, Roy Keane, ikki fór at verða tøkur hjá írum til føroyadystin. Fyrst og fremst varð sagt, at Manchester United miðvallarin hevði fingið ein lítlan snudd í knæið, men hartil roknaðu írsku miðlarnir við, at liðið ikki fór at taka nøkur óráð fyri móti lítlu Føroyum.
Keane hevur nevnliga longu eitt gult kort á kontini, og gult kort í næsta dystinum ber við sær, at hann er leikbannaður til komandi undankappingardystin, sum verður í Tel-Aviv móti Írsael.
Týsdagin tóktust boðini tó at vera broytt nakað. Roy Keane hevði framvegis ikki vant við restini av liðnum, men hann hevði runnið við fullari ferð, uttan at merkja nakað sum helst til skaðan. Og hóast Írland eru stórfavorittar undan dystinum, so er helst einki at ivast í, at venjarin fer at senda tað liðið, sum hann heldur vera sterkast, á vøllin.
-jm
Broytt írskt álop
Tá Írland leikti javnleik á útivølli móti Fraklandi, mátti fremsti álopsleikarin, Clinton Morrison, fara skaddur av vøllinum.
Niðurstøðan hjá læknunum er, at Morrison helst ikki er førur fyri at spæla næsta mánaðin, og hann verður tí heilt víst ikki við í hópinum móti Føroyum.
Ístaðin rokna írsku miðlarnir við, at Damien Duff verður fluttur upp í álopið undir liðini á Robbie Keane, og at Andy Reid úr Nottingham Forrest kemur inn á vinstra miðvøll.
-jm
Varnir írar
Hóast teir hava fingið tvey góð úrslit við javnleikum á útivølli móti ávíkavist Sveis og Fraklandi, so tykjast írsku leikararin ikki taka nakað fyri givið, nú Føroyar koma á vitjan.
Talan er annars um ein dyst, sum írsku miðlarnir krevja skal vinnast trygt, og einki er at ivast í, at talan verður um eina sensatión, um okkara menn fáa nakað við sær úr dystinum.
Hetta er tó ikki nakað, sum tykist taka leikararnar av fótum. Týsmorgunin hevði SkyNews orðið á Kenny Cunningham, og hann ávaraði ímóti, at írar tóku sær av løttum hesaferð.
- Sjálvandi eru vit favorittar, og vit eiga eisini at vinna. Men fyri tað fer sigurin ikki at koma av sær sjálvum. Vit vita, at óvæntað úrslit kunnu koma fyri í fótbólti, og eru vit ikki 100% klárir til dystin, so kunnu vit gerast offur fyri einum slíkum.
- Eg sigi ikki, at vit skulu vera bangnir, men vit skulu vita, at møguleikin fyri einum óvæntaðum úrsliti er til staðar, og tí mugu og skulu vit taka uppgávuna í størsta álvara, segði altso Kenny Cunningham at enda.
-jm