Tað eru ikki mjúk orð, sum írskir miðlar brúka um og ímóti Giovanni Trappatoni. Bæði The Irish Times og Herald.ie krevja, at italski venjarin leggur frá sær.
Sambært írskum miðlum er mest sum talan um uppreistrar tilstandir í írska hópinum, og hørð orð millum Stephen Kelly og hjálparvenjaran, Marco Tardelli, førdi næstan við sær, at Kelly stakk í sekkin.
Paul Hyland frá Herald.ie listar 10 grundgevingar fyri, at Trappatoni má leggja frá sær, og orsøkirnar røkka frá vantandi úrslitum, vil ikki til Onglands at hyggja eftir leikarunum, ov dýrur, dugir ikki at samskifta og leggur skuldina á leikararnar.
Ein undarlig samanseting í írska fótbóltssambandinum er, at ein handilsmaður, Denis OBrien, rindar helmingin av lønini hjá Trappatoni og venjaratoyminum hjá honum.
Eisini verður tosað um split í írska hópinum, og enn ikki ein trivaligur sigur móti Føroyum kann bjarga italska venjaranum starvið.
So er spurningurin, um hetta kann koma føroyska liðnum til góða í dystinum á Tórsvølli í kvøld.