Írski landsliðsvenjarin heldur fram

Tað verður við Giovanni Trapattoni á odda, at írar taka móti føroyingum í HM 2014 undankappingini. Írska fótbóltssambandið hevur longt sáttmálan við italiumannin, sum hevur leitt Írland til EM endaspælið komandi summar.

 

72- ára gamli Giovanni Trapattoni hevur verið landsliðsvenjari hjá Írlandi síðani 2008 og heldur nú fram í komandi tvey árini. Írar rukku akkurát ikki HM endaspælinum í 2010. Tey flestu minnast kanska tá franski framherjin, Thierry Henry, nýtti hondina til hjálpar í avgerandi dystinum móti Írlandi.

 

Í aðru royndini gekk betri og eftir at hava vunnið á Estlandi, sum var í bólki saman við okkum, tryggjaði Írland sær eitt pláss í EM endaspælinum í summar í Póllandi og Ukreina. Írska fótboltssambandið hevur nú eisini sett sítt álit á fyrrverandi italska landsliðsvenjaran til at leiða Írland til HM endaspælið í Brasil í 2014.

 

Giovanni Trappatoni hevur í síni tíð verið venjari hjá liðnum AC Milan, Juventus, Inter Milan, Bayern Munchen, Benfica, Stuttgart og Fiorentina, umframt landsliðsvenjari hjá Italia í fýra ár.

 

Føroyar spæla móti Írlandi á Tórsvølli 16. oktober komandi ár og í Írlandi 7. juni 2013.