Ørskapur at samráðast um sáttmálar í bestu tíð

- Eg haldi, at tað er galopperandi ørskapur at samráðast um sáttmálar rundan um ársskiftið, ið er besta fiskitíð, sigur Mortan Johannesen, reiðari á Ennibergi

- Vártíðin er tann tíðin, sum vanliga roynist best hjá heimaflotanum, og hetta er eisini tíðin, tá skipini eystanfyri plaga at hava bestu veiði.
Tað sigur Mortan Joihannesen, reiðari á flakatrolaranum, Ennibergi.
Hann heldur, at samráðingarnar millum reiðarar og manningarfeløg heldur skuldu ligið, tá vártíðin er av, og summarið stundar til.
- Tað hevur verið vánaligt við upsa í seinnu hálvu av 2010. Nú fingu skipini endiliga nakrar fiskar aftur, og samstundis endaðu vit í sáttmálaloysi, og flotin liggur.
Hann vísir á, at tað er veturin og vártíðin, sum heimaflotin skal liva av, samstundis sum hetta er besta tíðin hjá flakatrolarunum eystanfyri.
Mortan Johannesen heldur, at samráðingar og sáttmálaloysi rundan um ársskiftið er galopperandi ørskapur, sum hann tekur til.

Ikki klárir
- Vit eru ikki raktir av verkbanninum enn, tí vit hava ikki verið klárir at loysa. Ymiskt er gjørt umborð, nú skipið hevur ligið. Alt skipið er vaskað, ymiskar ábøtur eru gjørdar, og vit hava eisini fingið ein nýggjan ljósmotor.
Mortan Johannesen sigur, at Enniberg helst verður klárur at loysa um mánaðarskiftið januar/ februar.
- Vit plagdu at fara vártúrin beint eftir nýggjár, men nú hava vit so valt at gera ymiskt við skipið.
Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag, hevur ikki valt at kalla skipini heim, sum eru á langfaraveiði, men bara tey, sum royna undir Føroyum.
Tískil eru eitt nú Gadus hjá JFK-Troli og Vesturvón hjá Framherja til fiskiskap, eins og rækjuskip, sum eisini fiska á fjarleiðum, heldur ikki eru biðin um at koma heim.
Nú tvey skip í sama bólki sum Enniberg longu eru til fiskiskap, spurdi vit Mortan Johannesen, hvat teir fara at gera, tá Enniberg er klárur at loysa.
- Tað havi eg ikki hugsað ítøkiliga um enn. So, tað veit eg faktiskt ikki í løtuni, er svarið hjá reiðaranum.