Árskalendari fyri missiónsarbeiði

Kalendari: Aftur í ár hevur Kirkjuliga Missiónsfelagið givið út árskalendara sín.

Umframt teir vanligu upplýsingarnar um m.a. dagin, mánaðin og mánan er eisini prædikutekstirnir til teir ávísu sunnudagarnar og halgidagarnar. Eitt skriftstað til hvønn gerandisdag í árinum er eisini á kalendarinum.
Avlopið av søluni fer til arbeiðið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum. Tað er Egil Joensen í Klaksvík sum hevur lagt kalendaran til rættis.