Írska tjóðartingið samtykti seinnapartin uppskotið hjá stjórnini um ein hjálparpakka, sum skal rætta írska búskapin uppaftur.
Við 81 atkvøðum fyri og 75 ímóti samtykti tingið, at Írland skal læna 633 milliardir krónur frá ES og Altjóða Gjaldoyragrunninum, IMF. Ein triðingur av pengunum skal brúkast til at hjálpa teimum írsku bankunum.
Áðrenn tinglimirnir atkvøddu um hjálparpakkan og treytirnar, sum lánveitararnir hava lagt við. helt Brian Lenihan røðu, har hann vissaði tingið um, at Írland hevur ikki annað í at velja enn at góðtaka lánstilboðini og treytirnar.
Andstøðan atkvøddi ímóti hjálparpakkanum. Andstøðan var millum annað misnøgd við, at írar skulu rinda 5,8 prosent í rentu fyri lánini, og talsmenn hjá andstøðuni søgdu, at Írland fer at krevja nýggjar samráðingar um lánini og treytirnar, um andstøðan vinnur næsta valið, sum væntandi verður næsta ár.